Ikki kundi hann halda sær – Mouldi Manai – hann keypti sítt egna avrik, Rio Bravo, aftur í 2008 eftir at hava saknað tað í eini fýra ár. Flogfelag Føroya keypti Rio Bravo, fyrsta føroyska Steakhouse, frá Mouldi í 2003, og tá hevði Mouldi rikið matstaðið síðan 1990.

 

Mouldi úr Tunesia hevði nøkur framasøkin hugskot við sær úr Paris og seinni Keypmannahavn, áðrenn hann flutti til Havnar at búgva. Mouldi var so framskygdur, at hann var tann fyrsti, sum tók hugskotið við sær og tordi longu í 1989 at fara undir ætlanina at lata upp eina Rio Bravo-matstovu í Kongagøtu í Havn. Seinni flutti Rio Bravo í hølini í Tórsgøtu, og har hevur tað verið síðan tíðliga í 1990'unum. Soleiðis varð Mouldi Manai slóðari við øllum sínum seinni virksemi at beina Havnina inn á ta leið, ið hóskaði seg fyri ein modernaðan høvuðsstað. Mouldi var eisini tann fyrsti í Føroyum til at fáa skeinkiloyvi til sína matstovu. Hann ruddaði slóð fyri øllum seinni matstovum og virðiligum náttarlívi í Føroyum.

Í sínum ungu døgum í Keypmannahavn gekk Mouldi og grundaði yvir eitt modernað steakhouse-konsept. Rio Bravo varð tað nevnt, og hetta var longu mitt í og sídst í 1970'unum. Í 1989 hendi tað brádliga í Havn, higar hann var fluttur, at Mouldi fekk ein kjans at royna seg við einum høli. Mouldi spurdi Rio Bravo í Danmark, um hann kundi gera eitt Steakhouse eftir sama konseptið sum tað yvirav Tivoli í Keypmannahavn. Mouldi læt sítt Rio Bravo upp í Kongagøtu 10 í Havn tann 1. mars 1990.




Rio Bravo í Tórsgøtu í Havn er akkurát sama slag sum Rio Bravo á Vester Voldgade í Keypmannahavn við básum og allari teirri hugnaligu innrættingini, ið eyðkennir allar Rio Bravo-matstovur.

Í Rio Bravo í Havn situr tú í friði í einingi ella saman við vinum og kenningum. Menu'in fevnir um teir bestu kjøtverðarnar í landinum eftir Rio Bravo-uppskriftini. Tú kanst velja ímillum seks forrættir, tíggju høvuðsrættir við neytakjøti og hóskandi víni afturvið. Tú kanst velja ímillum tveir fiskarættir, lambsrætt, fleiri pastarættir og barnarættir umframt omaná-dessert við kaffi. Vínkortið er frálíkt. Ja kortið við drykkjum yvirhøvur er væl assorterað.

Rio Bravo í Havn strembar altíð eftir at bjóða tær sína vælumtóktu menu í sínum frálíka hugnaligu hølum í Tórsgøtu.

Vælkomin í Rio Bravo!




Rio Bravo | Tórsgøta 11 | FO-100 Tórshavn | tlf +298 319767 | fax +298 319766